Warning: session_start() [function.session-start]: Cannot send session cookie - headers already sent by (output started at /home/www/harmonikan.org/configuration.php:1) in /home/www/harmonikan.org/libraries/joomla/session/session.php on line 423

Warning: session_start() [function.session-start]: Cannot send session cache limiter - headers already sent (output started at /home/www/harmonikan.org/configuration.php:1) in /home/www/harmonikan.org/libraries/joomla/session/session.php on line 423

Warning: Cannot modify header information - headers already sent by (output started at /home/www/harmonikan.org/configuration.php:1) in /home/www/harmonikan.org/libraries/joomla/session/session.php on line 426
Hepni vinnarin

Hepni vinnarin av ferð fyri tvey, harmonikutúr til Spania í vár við Sólorku, var Karmald Djurhuus úr Vági. Eydnutalið var nr. 333.

Til Harmonikuhugna í Sólorku til várs. Hilda og Karmald úr Vági gjørdust tey fyrstu á listanum til Harmonikuhugnan hjá Sólorku í mai 2018. Karmald Djurhuus gjørdist hepni vinnarin av sólorkuvitjanini fyri tvey næsta vár, sum varð lutað burtur millum øll, ið høvdu ognað sær armband á Harmonikutreffinum í vikuskiftinum 25. -27. aug. 2017.

Tá ið Sólorka herfyri boðaði frá "Harmonikuhugnanum í Spania" nú í oktober, vórðu øll setrini í Airbussinum fullteknað eftir einari løtu, og bíðilisti er enn til at sleppa við. Sólorka tók tí avgerð um at skipa fyri enn eini Harmonikuvitjan til várs. Tilgongdin fram til hesa setuna varð skotin í gongd á Harmonikutreffinum í Fuglafirði. Og tað við manér, tá ið Karmald vann sólorkuvitjanina við ferðing, uppihaldi og undirhaldi fyri tvey, við virði á uml. 20.000 kr.

Vit ynskja Karmald og Hildu hjartaliga til lukku og gleða okkum at síggja tykkum í sólini í Spania.

P.s. Tit, sum ynskja at koma á listan í góðari tíð, kunnu skriva í innbakkan her ella ringja til tel. 505252.