Jyderup Harmonikufestival
Ferðin til Jyderup Harmonika- festival verður gjørd.
Nevndin boðaði øllum limunum frá, at áhugaði skuldu boða nevndini frá so skjótt sum gørligt, um tey vóru áhugaði. Freistin at tekna seg er farin. Mannagongdin var "først til mølle" fyri limir í HF. Um ikki fullteknað var, so kunnu onnur áhuga, so sum makar og børn, tekna seg.
Limir skulu gjalda kr. 1.000,- og makar o.o. kr. 2.000,-. Peningurin skal flytast á konto 9181 156.745.6 skjótast til ber.
Norrøna ferð av Havnini 12. august kl. 23. Týsmorgunin 14. august kl. 07 koma vit til Hirshals har bussur stendur fyri okkum og hagani verður koyrt til Jyderup. Á vegnum steðga vit hjá Preben og Nelli Andersen í Odense. Húsvognar eru leigaðir til alt ferðaliði og standa teir á festivaløkinum í Jyderup. 20. august gongur leiðin aftur til Hirshals. Týsdagin 21. august siglir Norrøna úr Hirshals og verða vit á Havnini mikudagin 22. kl. 15.