Warning: session_start() [function.session-start]: Cannot send session cookie - headers already sent by (output started at /home/www/harmonikan.org/configuration.php:1) in /home/www/harmonikan.org/libraries/joomla/session/session.php on line 423

Warning: session_start() [function.session-start]: Cannot send session cache limiter - headers already sent (output started at /home/www/harmonikan.org/configuration.php:1) in /home/www/harmonikan.org/libraries/joomla/session/session.php on line 423

Warning: Cannot modify header information - headers already sent by (output started at /home/www/harmonikan.org/configuration.php:1) in /home/www/harmonikan.org/libraries/joomla/session/session.php on line 426
Tíðindir ";} /*5078d69c*/ ?>
Foregående måned Marts 2024 Næste måned
M T O T F L S
week 9 1 2 3
week 10 4 5 6 7 8 9 10
week 11 11 12 13 14 15 16 17
week 12 18 19 20 21 22 23 24
week 13 25 26 27 28 29 30 31
Ingen begivenheder
Lýsing til eykaaðalfund 28. apríl 2019

Lýsing

Hervið verður kallað inn til eykaaðalfund í Harmonikufelag Føroya 28. apríl 2019 kl. 17:00 í fundar- og veitsluhøllini hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9, í Tórshavn.

Á skránni er:

  • Frágreiðing frá formanninum
  • Framløga av roknskapi
  • Hvussu farast skal fram í broyttu skipanini av felagnum
  • Møguligar broytingar í viðtøkunum
  • Ymiskt

Møtið fjølment.

Ísak N. Jacobsen, formaður

 
Harmonikukvøld 4. mai 2019

Havnar Harmonikufelag kemur við mannsterkum liði, saman við gitar,bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í Reinsarínum. Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur og seinni dansur. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Tað eldra ættarliðið hevur her eitt gilt høvi til eitt hugna-,sang- og dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt.
Gestasangarar eru hesu ferð Sámal Ravnsfjall og Lív Dam. Sámal og Lív fara at syngja og tulka Evert Taube.

Mynd hjá Jaspur Petersen

 
Preben á Argjum

 
Harmonikukvøld 10 nov 2018

Stórt harmonikukvøld verður á Reinsarínum leygarkvøldið10.nov. 2018 kl. 19 til 24. Havnar Harmonikufelag og Spælimennirnir í Nólsoy hava kvøldið saman, og tað borgar fyri tónleiki bæði á fólksligum støði og fyri dygd. Høvuðsdentur verður lagdur á felagssang og dans har sungið og dansað verður av hjartans lyst. Inn í millum verða framførslur við minni bólkum og einstaklingum, so sum gentubólkinum Kalas og harmonikusnillinginum Preben Andersen. Kvøldið er alment. Kostnaður 150 kr.fyri hvønn. Barrin er opin, har høvi verður at keypa drekkivørur.

 
Aðalfundurin 2018

Lýsing

Aðalfundur í Harmonikufelag Føroya verður skúlanum í Hoyvík, sunnudagin 4. februar 2018 kl. 18:00.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Nevndin.

 
Jólini 2017

 
Hepni vinnarin

Hepni vinnarin av ferð fyri tvey, harmonikutúr til Spania í vár við Sólorku, var Karmald Djurhuus úr Vági. Eydnutalið var nr. 333.

Til Harmonikuhugna í Sólorku til várs. Hilda og Karmald úr Vági gjørdust tey fyrstu á listanum til Harmonikuhugnan hjá Sólorku í mai 2018. Karmald Djurhuus gjørdist hepni vinnarin av sólorkuvitjanini fyri tvey næsta vár, sum varð lutað burtur millum øll, ið høvdu ognað sær armband á Harmonikutreffinum í vikuskiftinum 25. -27. aug. 2017.

Tá ið Sólorka herfyri boðaði frá "Harmonikuhugnanum í Spania" nú í oktober, vórðu øll setrini í Airbussinum fullteknað eftir einari løtu, og bíðilisti er enn til at sleppa við. Sólorka tók tí avgerð um at skipa fyri enn eini Harmonikuvitjan til várs. Tilgongdin fram til hesa setuna varð skotin í gongd á Harmonikutreffinum í Fuglafirði. Og tað við manér, tá ið Karmald vann sólorkuvitjanina við ferðing, uppihaldi og undirhaldi fyri tvey, við virði á uml. 20.000 kr.

Vit ynskja Karmald og Hildu hjartaliga til lukku og gleða okkum at síggja tykkum í sólini í Spania.

P.s. Tit, sum ynskja at koma á listan í góðari tíð, kunnu skriva í innbakkan her ella ringja til tel. 505252.

 
Harmonikutreff í Fuglafirði 2017

Keyp armband her:

 

 
Jólini 2016

Mynd hjá Harmonikufelag Føroya

 
HF 20 ár

Í dag, 2. november, fyri 20 ár síðani, varð Harmonikufelag Føroya stovnað. Í hesum sambandið verður gallaveitsla 18. februar 2017, kl. 19:00, í J. H. Schrøtersgøta 9, í Tórshavn. Tit frætta nærri um tiltakið seinni.

Nevndin

 

 
OHC2016

 

 
Harmonikudagur 2016

Harmonikudagur í Kelduni í Skálavík

 

 
Egill 60

Føroyavinurin Egill Jónsson 60 ár.


 
Harmonikutreff2016

 

Skránna finnur tú her

Nú stundar til Harmonikutreffið 2.-4. sept. Spar munandi við keyp av vikuskiftisarmbandi. Keyp á www.billetto.dk Skránna finnur tú her

ella á Kunningarstovuni í Fuglafirði. Prísur nú 550 kr. við dyrnar 600 kr. Armbandið gevur atgongd til:

Konsertir við:
Søren Brix
Mogens og Christian Bækgaard o.fl.
Odd Arnia Halaas og Reidar Dahle

Anna Hudepohl og Angelika Nielsen
Hallur Joensen
Kim Hansen
Spælimenninir í Nólsoy
Hanna og Terji
Orkestrið í Unika
Tetra
Sandoyar Harmonikufelag
Marius Ziska
Syngið við tiltak leygarkvøldið við góðari suppu
Bryggjudans fríggjakvøldið í teltinum
Rimmar harmonikudansi leygarkvøldið í Mentanarhúsinum
Avsláttur til grill- og harmonikutúr við TG Jóhonnu
Harafturat bjóðar kommunan frían morgunmat leygarmorgunin i Mentanarhúsinum og fría camping á økinum til tey, sum eru skjót

Eisini ber til at keypa atgongumerki til einstøku tiltøkini

 
Eykaaðalfundur 2016

Innkalling til eykaaðalfund.
Eyka aðalfundur verður sunnudagin 19. juni 2016 kl. 15:00 í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Fuglafirði. Á skrá er val av tveimum nevndlimun og viðgerð av uppskoti um umskipan av felagnum. Heitt verður á allar limir um at møta.

Vinarliga
Nevndin

 
Bátafestivalurin á Toftum 2016

Bátafestivalurin á Toftum er 7. mai 2016.

Sum undanfarin ár, taka vit ímóti bátunum við harmonikuspæli við bátahylin kl. 13:30. Skránna finnur tú her. Minst til at innritað fyrst. Venjing verður í skúlanum kl 11:30

Møtið fjølment.

Nevndin

 
Aðalfundurin 2016

 

Lýsing

Aðalfundur í Harmonikufelag Føroya verður hølum Starvsmannafelagins, í Schrøtersgøtu 9, í Tórshavn, sunnudagin 10. apríl 2016 kl. 17:00.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Nevndin.

 
Harmonikhugni á Seglloftinum 2016

So eru vit aftur við tí fantastiska árliga tiltakinum á Seglloftinum 30. jan. 2016. Frálíkur matur frá Onnu Kirstin, nógvur sangur, harmonikutónleikur og skemt til borðhaldið. Aftan á verður góður dansur við luttøku av Havnar Harmonikufelag, Suðuroyingum og Harmonikufelag Føroya.

Hjartaliga vælkomin.

 
jolh2015

 

Til limir við familju, vinir og kenningar. Vit takka fyri mangar góðar løtur saman við Harmonikufelag Føroya og senda hervið eina jólaheilsan.

Vinarliga

Nevndin

 
Stovnandi Aðalfundur og veitsla

Stovnandi Aðalfundur á Skarvanesi.

Stovnandi Aðalfundur av harmonikufelag í Sandoynni verður á Skarvanesvegi 9, FO-236 Skarvanes, hjá Poul Jákupi Thomsen, leygardagin 7. nov. kl 11:00. Øll eru vælkomin.

Veitsla í Kelduni í Skálavík.

Sang- og hugnakvøld verður niðri á Keldu, leygarkvøldið 7. November, kl. 19:00 - 02:00.

LC-Tindur og ungmannafelagið Keldan skipa fyri hugnakvøldi við felagssangi, har vit í veitsluhýri eta, drekka og syngja góðar kendar sangir og dansa.

Kvøldið byrjar við komudrykki og góðari 3 rættari menu:

• 3 rættir: súpan, oksasteik, kaffi og dessert
• Undirhald
• Felagssang við harmonikufeløgunum
• Føroyskur dansur
• Dansur við harmonikufeløgunum

Havnar Harmonikufelag, saman við Sandoyar Sýslu Harmonikufeløg, spæla til felagssangin og til dansin á Keldu, sum verður eftir borðhaldið, frá kl. 23.00 - 02:00

Hetta kvøldið er eisini eitt gott høvi hjá tykkum at halda jólafrokost.

Kostnaður fyri alt hugnakvøldið íroknað dansin er kr. 300,-.

Tilmelding hjá Elisabeth á telefon 211167 og á bensinstøðunum
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 3. november

Ungmanafelagið Keldan og LC Tindur.

 
OHC í Føroyum 2015

 
HF-FFHT2015

 

Harmonikutreff í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 28. - 30. aug. 2015

Vit fáa vitjan av heimskenda Søren Brix, sum rúnarbindur lurtaran við sínum kynstri. Odd Arne Halaas kemur at seta dám á við síni fantastiska góðu sangrødd og spæli. Sveriges Cultband koma at seta lív í dansin. Feðgarnir Bækgaard, Reidar Dahle, Jens T. Dalsgaard, sum saman kunnu spæla alt, ein kann hugsa sær. Torild Aasen kemur við sínum orkestri. Angelika Nielsen og Anna Hudepohl, sum eru okkara stoltleiki, framføra tónleik í heimsklassa, og ikki at gloyma Honnu og Terja, sum trúføst spæla seg inn í hjørtuni á okkum øllum. Hesi, og nógvir aðrir føroyskir tónleikarar vera við í treffinum. Kunnað verður meira um hetta seinni. Gleði tykkum og verið hjartaliga vælkomin.

Heilsan
nevndin

 
Bátafestivalurin á Toftum 2015

Minnist til bátafestivalin 2. mai. Vit møtast í skúlanum kl 12.00 til venjing og kunning. Vónandi verður undirtøkan eins góð og undanfarin ár. Hava tit eitthvørt at spyrja um, vinarliga ring 505252.

Hjartaliga vælkomin.
Vinarliga
Sólgerð

 
Harmonikuhugni á Seglloftinum

 
Jólaheilsan2014

 
OHC í Føroyum 2014

 
Aðalfundurin 2015

Lýsing

Aðalfundur Føroya Harmonikufelag verður á Seglloftinum á Tvøroyri 31. januar 2015 kl. 15:00.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Nevndin.

 

 
Jólaborðhald 2014

Jólaborðhaldið, sum skuldi vera á Muntra, er flutt til 20. des. heima hjá Sólgerð Andreassen. Maturin kemur uttanífrá, kostnaður 150 kr. Havið jólapakka á uml. 30-50 kr. við. Vinarliga sigið frá á fb ella á tel 282065 ella 505252 Hjartaliga vælkomin.

V.h.
Nevndin

 
Óli Johannesen

Óli Johannesen hevur í nógv ár undirvíst í harmonikuspæli í kvøldskúlanum í Fuglafirði og Klaksvík. Aftur í ár herjar hann á, og øll sum hava áhuga, kunnu tekna seg til skeiðið. Óli hevur evni at læra øll eftir førimuni, tolin og positivur, sum hann er. Hevur tú áhuga í at royna teg, ber til at tekna seg á tel. 214162. Kostnaður 400 kr.

 
Føroya Feitasta Harmonikutreff 2014

Prísurin fyri alt vikuskiftið er einans 295,- fyri vaksin og 100,- fyri tey sum eru undir 18 ár. Atgongumerki kunnu keypast her: https://www.ebillet.dk/simple/buy.listtt.aspx?&refno=16580

Camping verður á økinum niðanfyri Mentanarhúsið, har eini 40 vognar sleppa at standa. Tilmelding á fuglafjordurcamping@hotmail.com (skriva navn, stødd á vogni og limanr. hjá camping.fo). Kostnaður 500,- fyri alt vikuskiftið fyri limir í camping.fo og 750,- fyri ikki limir.

 
Harmonikutreff í Fuglafirði

Sveriges Cultband (SE) - Bayan Tonic (NO) - Feðgarnir Bækgaard (DK) -Jens T. Dalsgaard - "Upp á tá" við Elis Poulsen - Hákun Hansen - Kim Hansen - Kallar - Spælimenninir í Nólsoy - Klaksvíkskingar - Hanna og Terji - Spælimenninir í Havn - Angelika Nielsen og Anna Hudepohl - Harmonikuvinir - Vinir við Martin Johannesen - Musikskúlanæmingar - Camping (300,- fyri alt vikuskiftið) - syngið við fyri børn - teknifilmar - klovnar - hoppiborg - barnadiskutek - ponyríðing - biografur fyri ung o.a. undirhald - loppumarknaður - kaffi - pannukøkur - festivalbúffar - grill -morgunmatur í Mentanarhúsinum. Sangløta í Thabor, Siloa og kirkjuuni saman við Harmonikuvinum.

Kostnaður fyri alt vikuskiftið vaksin 295,-  børn 100 kr.  Alt undirhald ókeypis!

 

 
Jyderup 2014

Aftur í ár luttekur Harmonikufelag Føroya í Træf Jyderup. Farið verður við Norrønu tann 10. aug. og vit eru aftur 20. aug. Í ferðalagnum eru 33 fólk. Tey, sum spæla eru: Nólsoyingar við Kim Hansen, Hanna og Terji Jakobsen og eitt felags lið frá Harmonikufelag Føroya.

 
Avlýsing

Harmonikuhugnin í Høllini á Hálsi 3. mai 2014, er útsettur til seinni.

Tey, ið hava keypt atgongumerkið, kunnu ringja á telefon 282065.

 

Nevndin

 
Bátastevnan á Toftum 2014

Bólkur úr Harmonikufelag Føroya undirheldur í havnalagnum á Toftum 3. mai 2014.

Spælarar møta í skúlanum kl 12 og spæla kl 14.

 
Harmonikukvøld HF

 
Tvøroyri 2014

 
Seglloftið 2014

Harmonikutreff við hugna og samanspæli verður á Tvøroyri fra 31. januar - 02. februar 2014. Leygarkvøldið verður "Syngið við" tiltak, okkurt til matna og dansur á Seglloftinum. Tey, sum ynskja at koma við á treffið verða biðin um at melda seg til á Facebook bólkinum ella við sms á tel 282065 áðrenn 20. januar. Vónandi møta tit fjølment. Nærri kunning um bústað og ferðing verður kunngjørd seinni.

Vinarliga
Nevndin

 
Aðalfundur 2014

Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum leygardagin 8. februar 2014 kl. 15.

 

Nevndin

 
Gleðilig jól og gott nýgjár 2013

Góðu limir, makar, vinir og kenningar!

Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Takk fyri stuðul, spæl og góða samveru í brátt farna ári.

Bestu heilsur
nevndin

 
Jólaborðhald 2013

Árliga jólaborðhaldið fyri limir við maka verður á Muntra í Fuglafirði leygarkvøldið 23.11. kl. 1900.

Kostnaður: 275,- kr. fyri hvønn, pensionistar tó 175,- kr.

Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar, men kunnu  keypast umframt.

Tekning (helst sms) á tlf. 282065 í seinasta lagi 01. nov.


Matskrá.
Døgurði: Dunna, lambskjøt og neytakjøt við tilhoyri.
Omaná: Mandlurís og kaffi.

 

Havið eina gávu (fyri uml. 50,- kr. (ikki mat)) við. Undirhaldið verður, skemt sangur og spæl. Havið ljóðførið við.

V.h.
Nevndin

 
Harmonikutúrur 2013

Harmonikutúrur til Íslands 09. – 12. septembur.

Áhugaðir tónleikabólkar og einstaklingar verða bidnir at tekna seg (helst sms) á tlf. 282065 í seinasta lagi 30. juni.  Viðvíkjandi bólkum er neyðugt at uppgeva nøvn á luttakarunum, hvørji ljóðføri hvør spælir uppá, og hvør er leiðari í bólkinum. Nærri kunning seinni um, hvussu vit skipa okkum umborð.

Nevndin.

 
Føroya Regatta í Fuglafirði 4. juli 2013

Skráin:

19:30-21:30

Frítt at spæla á kaiøkinum og umborð á skipunum.

22:00-23:00

Syngið við í tjaldinum.

23:00-01:00

Dansur í tjaldinum. Limir úr Harmonikufelag Føroya spæla.

Venjing til tiltakið verður í Fuglafjarðar Skúla sunnudagin 16. og 23. juni 2013 kl. 18:00.

Nevndin

 
Harmonikutreff í Nólsoy 2013

Harmonikutreff verður í Nólsoy 17.-19. mai. Anna Hüdepohl hevur workshop. Ætlanin er at arbeiða við kendum løttum løgum, so vit fáa so nógv burturúr, sum til ber. Kostnaður 300 kr. íalt.

Leygarkvøldið verður serlig hugnaløta fyri luttakararnar við einu góðum bita. Aftan á verður opið hús, so fólk kunnu koma inn at syngja og jamma saman við okkum.

Tekning á telefon 524071 ella 282065. Freistin var úti 10. mai. Men um tú hevur gloymt at tekna teg, ber til enn, men ger skjótt av, tí vit skulu bíleggja pláss og mat.

Minnist til at hava soviposa við.

Nevndin

 

 
Hanna og Terji á Jyderup Harmonikafestival 2013

Føroyar verða umboðaðar á Jyderup Harmonikafestival 2013.

Mogens Bækgaard hevur júst kunngjørt, at Hanna og Terji verða at hoyra á Jyderup Harmonika-festival í ár.


HF skipar ikki fyri nakrari ferð til Jyderup í ár. Um tú kundi hugsa tær at fari kortini, so boðar nevndin frá, at tey kunnu samskipa leigu av húsvognum, soleiðis at eini 3-4 búgva í hvørjum. Tað ger tað munandi bíligari, enn um fari verður hvør fyri seg.

 
Bátastevnan á Toftum 2013

 

Bátastevnan er útsett til næsta vikuskifti. Tað vil siga, at vit skulu spæla 11. mai 2013 kl. 14.

 
Harmonikudansur á Hotel Føroyum

 
Aðalfundurin 2013

Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum 2. mars 2013 kl. 15:00.

Skrá sambært viðtøkum felagsins. Aftaná bjóðar felagið ein døgurðbita. Vinarliga boða frá á telefon 513949 um tú ætlar tær at luttaka, so vit fáa bílagt hóskandi av mati.

Í samband við Harmonikukvøldið aftaná aðalfundin, skul spælarar, sum ynskja at undirhalda kring í húsinum áðrenn borðhaldið og millum borðhaldið og dansin, melda seg hjá nevndini áðrenn 15. februar. Teir av spælarunum, sum ynskja at vera til borðhaldið v/undirhaldi fáa tað fyri kr. 275,- í part. Vanligur kostnaður kr. 495,-.

Nevndin

 
Jólahugni 17. november 2012

Jólahugni verður 17. november 2012. Makar eru vælkomnir við. Nærri lýsing um hvar kemur seinni.

Tekning áðrenn 1. november á telefon +298 513949.

Freistin at tekna seg er longd til 3. november.

Við harmonikukvøðu

Nevndin

 
Jyderup here we come

Jyderup Harmonikufestival

Ferðin til Jyderup Harmonika- festival verður gjørd.

Nevndin boðaði øllum limunum frá, at áhugaði skuldu boða nevndini frá so skjótt sum gørligt, um tey vóru áhugaði.  Freistin at tekna seg er farin. Mannagongdin var "først til mølle" fyri limir í HF. Um ikki fullteknað var, so kunnu onnur áhuga, so sum makar og børn, tekna seg.

 

Læs mere...
 
Dansur í 50unum

Dansur í Havn í 50'unum.

Myndin lýsir væl hvussu tað var at ganga í dans í 1950'unum.

Á myndini eru kendir persónar, sum enn tann dag í dag eru virknir tónleikarar. Maðurin við harmonikuni er eingin minni enn Regin Jacobsen og aftanfyri trummurnar situr Simme og Haldin á guitar. Myndin er úr Tórshøll.

Á www.teyavkamarinum.com eru fleiri forvitnisligar myndir og frásagnir um hesa tíðina.

 
Jyderup

Jyderup Harmonikafestival 2012

Nevndin arbeiðir við ætlanum um, at felagið møguliga skal luttaka á Jyderup Harmonikafestival 2012. Festivalurin er í døgunum 16. - 19. august.

Freistin fyri at tekna seg til at luttaka er 20. mai og skal hetta gerast á telefon +298 282065.

Meira verður at frætta um hetta seinni.

 

 
Harmonikutúrurin við Norrønu 2012

Harmonikutúrurin við Norrønu 2012

Teir bólkar og einstaklingar, ið ætla sær at spæla umborð á Norrønu á harmonikutúrinum, skulu melda til hjá Kára Mikkelsen á telefon 216880. Treytin fyri at luttaka er, at harmonikan er tað berandi instumentið í bólkinum og ikki bert ein viðfáningur fyri at kunna luttaka.

Les meira við at trýsta her
 
Bátastevnan á Toftum 2012

Bátafestivalurin á Toftum 5. mai 2012

Teir harmonikuspælarar, ið ætla sær at spæla til Bátafestivalinum, verða biðnir um at møta í Hoyvíkar skúla sunnudagin 15. apríl og sunnudagin 29. apríl kl 17:00. Vit venja løg úr nýggja heftinum, sum er gjørt til endamálið. Umráðandi er at venja sum ein samlaður bólkur. Heftið liggur undir nótasavn "Toftir 2012"

Vit møta í skúlanum á Toftum tann 5. mai kl 12:00. Spælt verður á kaiøkinum kl 14:00. Vh nevndin

 

Les meira við at trýsta her
 
Harmonikuskeið í Hoyvíkar skúla

Torild

Skeið við Torild verður í Havn frá 16. - 24. juni í Hoyvíkar skúla.

Torild lýsir dagarnar soleiðis:

Spiller du harmonika og har lyst at forsøge at spille i en rigtig stor gruppe eller orkester?
Så kan du melde dig til – uanset hvilket niveau du befinder dig på!

Vi starter med introduktion lørdag den 16. juni kl. 10:00 til 16:00

Her vil du blive sat ind i hvordan du kan lære at læse noder på en sjov og effektiv måde. Deltagerne bliver fordelt i niveaudelte grupper, sådan at du kommer til at overskue og mestre lige det du skal på den stemme, der passer til dit niveau.


Søndag den 17. juni – også fra 10:00 til 16:00, gennemgår og indøver vi melodierne vi skal lære i løbet af ugen. Her vil du komme til at lære en meget effektiv øve teknik, der vil hjælpe dig med at nå resultater på kortest mulig tid.

Les meira við at trýsta her
 
Áheitan til spælararnar til Harmonikudansin á Hálsi 2012

Til felagssælið, mótið endanum á dansinum, verður skráin frá Íslandstúrinum 2010 brúkt. Hesi løg skulu allir bólkar halda seg frá at spæla í síni skrá. Nótar, tekstir og skránna frá Íslandstúrinum finnur tú í nótasavninum. Løgini eru:

  1. Eins og áarstreymur rennur F
  2. Sára (upprunalagið) G
  3. Omma mín D
  4. Eitt sunnukvøld í plantaguni C
  5. Fagra blóma E
  6. Rasmus C (eykanummar)

Nevndin

 
Rimmar Harmonikudansur 2012

Harmonikufelag Føroya og Kyndil skipa fyri Syngið við og Rimmar Harmonikudansi í Høllini á Hálsi 25. februar 2012. Byrja verður kl. 20 við "Syngið við," sum Tres Amigos skipa.

Vit hava eisini vitjan av Mogens Bækgaard, sum er ein snidlingur á harmoniku og kontrabas.

Kl. 23 byrjar dansurin. Tetra leggur fyri, og síðani koma Klaksvíkskingar, Nólsoyingar, Flamingo, Kallar, Norrøna Band og Felagsspæl har allar harmonikurnar luttaka.

 

Kostnaðurin fyri tiltakið er 250,- kr. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og á Magnstøðum kring landið. Ikki seld atgongumerki fáast við dyrnar fyri 300 kr. Hjartaliga vælkomin

Nevndin

 

 
Aðalfundur 2012

Aðalfundur felagsins verður í hølinum hjá Kyndli í Gundadalshøllini 25. februar 2012 kl. 16 til 19. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Møtið fjølment.

Nevndin

 

 
Fundur um 25. februar 2012


Góðu spælarar, sum luttaka til tiltakið hjá Kyndli tann 25. febr. Fundur verður á Mýrisnípuvegi 26, sunnudagin tann 15  januar kl 17:00. Umráðandi er, at minst eitt umboð frá hvørjum bólki møtir. Kunnað verður um mannagongd á pallinum og vit skipa okkum.

Vinarliga Nevndin

 
Syngið við í KFUM&K í Klaksvík

Harmonikuspælarar, sum hava hug at spæla við, verða biðnir um at møta til venjing í KFUM&K í Klaksvík kl. 13 tann, 14. januar 2012. Tiltakið byrjar kl. 19:30 og er til kl. 20:15, tá ið andakt verður. Spælt verður síðani til kl. 21:00. Aftaná verða øll boðin til ein drekkamunn.

Vegna fyrireikararnar

Harald Petersen

 

 
Jólahugni 2011

JólahugniJólahugni verður í Hoyvíkar skúla sunnudagin tann, 11. desember 2011 kl. 17:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga

nevndin

p.s. myndin er frá jólahugna 2009 

 
Odense Harmonikacenter 2011

Stór harmonikufarmsýning við yvir 100 harmonikum verður í Klaksvík á Klaksvíkarvegi 72 frá 29. nov til 7. des. Opið verður hvønn dag frá kl 10:00 til 20:00. Eisini verður ein minni framsýning við klaverum og elpiano, og Nelly & Preben undirhalda. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heilsan nevndin

 
Workshop í samband við vitjan

Klaksvík

Í samband við vitjanina hjá Preben Andersen verður workshop sunnudagin 4. des frá kl 18:00. Preben Andersen greiðir frá ymiskum sløgum av harmonikum, cassotto, musetto, ymiskum stemmum, bygnaði o.ø. Aftan á undirhalda konan Nelly og Preben í uml. hálvan tíma. Síðani verður ein kaffimuður og høvi verður at spyrja og at hyggja eftir ljóðførum. Hjartaliga vælkomin til eina áhugaverda hugnaløtu. Vinarliga nevndin

P.s. Vit møtast kl 16:00 til samanspæl!

 

 

 
Dansur í Kvívík

Glæman í Kvívík

Harmonikudansur í samband við damukvøld í Glæmuni í Kvívík

Tann 22 okt. 2011 verður skipað fyri kvinnukvøldi í Glæmuni í Kvívík. Har verður mangt ymiskt á skránni. Eitt nú kemur blaðstjórin á Kvinnu at greiða frá týdninginum av blaðnum, Jákup Lind Dam kemur at framføra sangir av nýggju fløguni ogharaftr at verður ymiskt undirhald. Tá ið kvinnukvøldið er endað, verður dansur við vælspælandi limum úr Harmonikufelag Føroya. Øll yvir 14 ár eru hjartaliga vælkomin.

Bygdarfelagið Glæman í Kvívík.

 
Mogens Bækgaard

Mogens Bækgaard

Frá 12. – 22. september hava vit vitjan av Mogens Bækgaard, sum kemur at stemma harmonikur. Limir í Harmonikufelag Føroya og Havnar Harmonikufelag hava fyrsta rætt. Tey, sum vilja hava harmonikur stemmaðar kunnu ringja á tel. 282066 ella 513949 áðrenn leygardagin 10 sept. Tá ið Mogens einans steðgar í 10 dagar, verður gongdin “først til møllen” brúkt, so haldið tykkum framat. Hann stemmar so nógvar harmonikur, sum tíðin loyvir.
Høvið verður eisini at hoyra Mogens Bækgaard spæla. Nærri boð verða givin um hetta seinni.

Les um harmonikuspælaran og bassistin Mogens Bækgaard og um Jyderup harmonika & Pianoservice á www.harmonikaservice.dk

 
Harmonikuskeið í Nólsoy

Harmonikuskeið í Nólsoy 2011

Harmonikuskeið við Torild Aasen verður frá 16.-18. September í Nólsoy. Skeiðið er fyri limir í Harmonikufelag Føroya og Havnar Harmonikufelag. Hetta er eitt grundskeið, har øll kunnu fáa nakað burturúr. Seinnapart er møguleiki hjá víðarikomnum, sum duga at lesa nótar, at fáa undirvísing og spæla saman. Kostnaður fyri skeið, uppihald og mat er 500 kr. Tekning á tel. 282066 áðrenn 10. Sept. Tey, sum vóru á skeið í Horne, verða biðin um at siga frá, ynskja tey ½ tíma eykaundirvísing privat. Hetta kostar ikki nakað, men er eitt tilboð frá Torild.

Vinarliga Sólgerð
P.s. sí lýsing av skeiðnum niðanfyri


Kursus september 2011 Nodelære

Thorild

Med Music Mind Games kan jeg gennemgå nodenavn og deres placering på nodesystemet samt nodeværdier. Dette foregår ved hjælp af en fantastisk pædagogisk ide som er ved at brede sig over hele verden. I stedet for at terpe på gammel maner, leger man tingene ind. Legen er lige velegnet til voksne, som til børn. Ved hjælp af materiale, som jeg medbringer, kan vi lege med lyde, bankobrikker og plancher – og uden at man er bevidst om det, har man efter kort tid fået forståelse for hvordan nodesystemet fungerer.
Spilletekniske færdigheder
Motorikken er altafgørende for at kunne mestre et instrument. Harmonikaen er meget kompleks og kræver grundlæggende bevægelsesmønstre og indøvning i forskellige grader. Mit forslag er, at lave grundtræning, sådan at man lærer hvordan øvning skal foregå, for at mestre bas- og diskantspil med fuld kontrol på samme tid. Bælgkontrol er en meget overset teknik, så dette vil også blive medtaget. Enkle melodier benyttes til formålet. Om man spiller knapharmonika eller pianoharmonika, er uden betydning. Mange får problemer med muskler og led pga. forkert indstillede remme og siddehøjde. Jeg vil være behjælpelig med at få justeret remme og vise hvordan tvær-remmen skal sidde og hvorfor. Jeg kan medtage ekstra tvær-remme til montering på seletøjet. Dem, der var på kursus i Horne får et tilbud en ca. ½ times solo-undervisning, de skal bare forberede hvad de ønsker at få konkret hjælp til.

Med venlig hilsen

Torild Aasen

 
Syngið við í Skálavík

Frítíðar- og skeiðsdepilin í Skálavík

Harmonikufelag Føroya hevur fingið ein fyrispurning frá fyriskiparum til syngið við kvøld í Frítíðar- og skeiðsdepilin í Skálavík. Tiltakið, sum verður við andaligum tónleiki, verður tann 27. august 2011 kl. 18:30. Møtt verður í deplinum kl 14:30 til venjingar. Báturin siglir av Gomlu Rætt kl 13:15 og seinasti túrur yvir um aftur er kl. 22:30. Tey, sum hava áhuga, verða biðin um at boða frá á tel 282065 skjótast til ber.
Nevndin

 
Sjómannadagur í Klaksvík 2011

Sjómannadagur í Klaksvík 2011

Aftur í ár fara vit at spæla á sjómannadegnum. Vit møta umborð á Draganum leygardagin tann 20.08 kl 08:50. Bólkar og einstaklingar verða biðin um at boða frá luttøku á tel tel 282065.
Viðrar, verður spælt ymsar staðir á kaiøkinum og á høvuðspallinum kl 15:00. Vit spæla nakrar melodiir úr Ílandsprogramminum, men vænta, at bólkar og onkur  einstakur kunnu geva sítt ískoyti. Møtið fjølment, so vit fáa ein góðan dag saman.

Heilsan nevndin

 
Treff í Haraldsundi

Treff í Haraldsundi 2010

Tann 04.06.10 var treff á Haraldsundi. Dansur var um kvøldið, har limir í Harmonikufelag Føroya spældu. Stemningurin var avbera góður og fólk vóru sera væl nøgd. Sí myndir í fotoalbumi

 
Tiltak í Eydnuni

Tiltak í Eydnuni

Tann 22.05.10 var sølumarknaður í Eydnuni á Oyrarbakka. Harmonikufelag Føroya hevði tombola og undirhald. Ein sera góður dagur. Sí myndir í fotoalbumi.

 
Bátastevna á Toftum 2010

Bátastevna á Toftum 2010

Tann 1. mai var bátastevna á Toftum. Harmonikufelag Føroya spældi á bryggjuni, tá ið bátarnir komu inn. Sí fotoalbum

 
Aðalfundur í Nólsoy 2010

Aðalfundur í Nólsoy 2010

Í sambandi við aðalfundin tann 6. mars, var harmonikutreff í Nólsoy í vikuskiftinum. Ferðin var sera væl eydnað við nógvum tónleiki og góðum stemningi. Vit takka nólsoyingum fyri blíðskapin. Sí myndir í fotoalbumi. Vh nevndin

 
Sólgerð XX

Sólgerð 50

í sambandi við at Sólgerð fylti 50 ár tann 3. febr. vóru limir í harmonikufeløgunum, við maka, bodnir í føðingardag. Ein sera góð løta við nógvum harmonikutónleiki. Stóra takk øll somul, fyri eina ríka løtu. Sí myndir í fotoalbumi.

 
Jólahugni 2009

Jólahugni 2009

Tann 6. des.var jólahugni hjá Harmonikufelag Føroya í Hoyvíkar skúla. Tað var ein sera hugnalig løta, við spæli, skemti og nógvum harmonikutónleiki. Sí fotomyndir

 
Óli Johannesen 60

Óli Johannesen 60 ár

Tann 29. nov. fylti Óli Johannesen 60 ár. Dagurin varð hildin á Hotel Eiði 28. nov.
Nakrir limir í Harmonikufelag Føroya vóru í føðingardag. Harmonikur, gittarar og sangur settu sín dám á løtuna. Ein frálíkur føðingardagur. Sí myndir í fotoalbumi.

 
Treff á Viðareiði 2009

Treff á Viðareiði 2009

Tann 07.11.09 var harmonikutreff á Viðareiði. Um kvøldið var almenn ræstkjøtaveitsla, har limir í Harmonikufelag Føroya spældu til borðhaldið. Aftaná varð spælt dans.
Her sita nakrir av Føroya bestu Jularbo spælarum og hugna sær. Ein avbera góður dagur. Sí fotoalbum.

 
Bowling 2009

Bowling 2009

Tann 25.10.09 beyð Harmonikufelag Føroya Havnar Harmonikufelag av í bowling.
Vinnarar á hvørjum bana fingu eina gávu. Havnar Harmonikufelag vann kappingina ímillum feløgini, so nú stendur
1-0 til HH. Men vit taka dystin upp aftur eina aðra ferð.
Ein sera góð og stuttlig løta, har vit ótu og prátaðu aftaná dystin. Nevndin takkar fyri góða undirtøku og gott lag.
Sí 25 myndir í fotoalbumi.

 
Aðalfundurin 2009

Aðalfundurin 2009

Tann 27.09.09 var aðalfundur í Hoyvíkar skúla. Sí myndir í fotoalbumi

 
Harmonikutúrurin við Norrønu 2009

Harmonikutúrurin við Norrønu 2009

Frá 21.-23. aug. var harmonikutúrur við Norrønu. Fleiri limir í Harmonikufelag Føroya spældu við, sum bólkar. Veðrið var av tí besta, og stemningurin var góður.

 
Bátastevnan á Toftum 2009

Bátastevnan á Toftum 2009

Tann 09.05.09 var bátastevna á Toftum. Limir í Harmonikufelag Føroya spældu, tá ið bátarnir komu inn. Sí myndir í fotoalbumi.

 
Syngið við í Vági

Syngið við í Vági

Tann 28. febr. 2009 spældu limir í Harmonikufelag Føroya í Stóra Pakkhúsi í Vági. Sí myndir í fotoalbumi

 
Harmonikuspæl

Harmonikuspæl

Tann 18.01.09 var harmonikuspæl og hugni í Hoyvíkar skúla. Mette Kathrine Jensen var gestur og spældi saman við okkum. Ein frálík løta

 
Jólahugni 2008

Jólahugni 2008

Tann 07.12.08 var hugnaløta hjá Harmonikufelag Føroya í Hoyvíkar skúla. Tað var sera hugnaligt at spæla jólaløg o.a. saman. Vit hugnaðu okkum og fingu smyrjibreyð og kaffi. Ein frálík løta við skemtingarsomum limum.

 
Eyka aðalfundur 2008

Eyka aðalfundur 2008

Eyka aðalfundur var í Eysturskúlanum í Havn tann 26.10.08. Sí fotoalbum

 
Stuðulskonsert 2008

Stuðulskonsert 2008

Stuðulskonsert til frama fyri arbeiði í Rumenia, sum Calarasi Missiónin ger, var í Badmintonhøllini í Klaksvík tann 18.10.08. Thomas Juul Askham stóð fyri tiltakinum, sum eydnaðist avbera væl.

 
Aðalfundur 2008

Aðalfundurin 2008

Tann 27. 09.08 var aðalfundur hildin í Skemmingsgarði á Sandi. Sandoyggin er vøkur, tað upplivdu vit eisini henda dagin, tá ið vit vóru í Søltuvík og heilsaðu upp á 7 kópar. Sí myndir í fotoalbumi

 
Sjómannadagurin 2008

Sjómannadagurin 2008

Tann 16.08.08 var sjómannadagur í Klaksvík. Eisini varð 100 ára føðingardagur hjá býnum hátíðarhildin. Harmonikufelag Føroya undirhelt ymsar staðir við sangi og spæli. Nógv fólk var komið saman at síggja tær mongu kappingarnar og framsýningarnar. Ein væl eydnaður dagur. Sí myndir í fotoalbumi

 
Framsýning 2008

Framsýning 2008

Í døgunum 15.-16 juli høvdu Erling Andersen og konan, framsýning av brúktum harmonikum í Havn og Klaksvík. Sí fotoalbum

 
Workshop 2008

Workshop 2008

Tann 13.07.08 hevði Mette Kathrine Jensen úr Danmark workshop Eysturskúlanum. Sí myndir í fotoalbumi. Tú kanst lesa um Mette Kathrine á www.mettekathrine.dk

 
Útferð í Vágunum 2008

Útferð í Vágunum 2008

Sunnudagin tann 25.05.08 skipaði HF fyri útferð við bussi til Vágarnar. Veðrið var av ti allar besta, og teir flestu høvdu makarnar við. Vitjað varð í torninum á flogvøllinum, í Pakkhúsinum í Bø, í Gásadali og á bedingini við Leitisvatn. Sí myndir í fotoalbumi.

 

 

 
Bátastevna á Toftum 2008

Bátastevna á Toftum 2008

Leygardagin 03.05.08 var bátastevna á Toftum. Limir í Harmonikufelag Føroya spældu á bryggjuni, tá ið bátarnir løgdu at. Sí fotoalbum

 
Flóvin 70

Flóvin 70

Flóvin Jacobsen hevði 70 ára føðingardag tann 26.04.08. Opið opið hús var á Velbastað allan dagin, og vit vóru nøkur úr Harmonikufelag Føroya, sum heilsaðu upp á Flóvin og familjuna. Blíðskapurin var stórur og maturin framúr góður. Tað var sera hugnaligt og harmonikutónarnir settu dám á. Vit takka hjartaliga fyri løtuna og ynskja tykkum góðan byrð framyvir. Sí fotoabum
Vegna HF Sólgerð

 
Venjing í Eysturskúlanum

Venjing í Eysturskúlanum

Tann 06.04.08 var harmonikutreff í Eysturskúlanum. Tilsamans møttu 14 limir. Tað var, sum altíð, hugnaligt at møtast, práta, drekka kaffi og spæla. Sí myndir í fotoalbumi.

 
Terff í Nólsoy 2008

Treff í Nólsoy 2008

Tann 29.02.08 varð farið til Nólsoyar á vikuskiftistreff. Veðrið var gott, og vit vóru sera væl móttikin. Vit takka nólsoyingum, bæði teimum, sum spældu saman við okkum, teimum, sum komu inn á gólvið, og ikki minst Hilmari og Gunnvør, sum syrgdu fyri, at vit vóru mett og væl sett. Ein frálíkur túrur úr enda í annan. Á myndini spæla Hilmar og Finn. Fleiri myndir eru í fotoalbumi.

 
Heiðurslimur

Heiðurslimur

Sunnudagin tann 17.02.08 var hugnaløta í Sjómansskúlanum í Klaksvík. Hetta var í samband við, at Birte Havn Rasmussen varð kosin heiðuslimur í HF fyri góðan stuðul. Birte flytir til Danmarkar at búgva, nú hon er vorðin einkja. Pole handaði Birte heiðursbrævið. Sí myndir í fotoalbumi

 
Aðalfundur 2008

Aðalfundur 2008

Tann 26.01.08 var aðalfundur í Glæmuni í Kvívík. Vit høvdu ein góðan fund og eina hugnaliga løtu við lívligum harmonikutónum. Sí fundarfrágreiðing í vinstra bredda. Myndir liggja inni í fotoalbum

 
Sangløta í Vági

Sangløta í Vági

Tann 27.10.07 var sangløta í Stóra Pakkhúsi í Vági. Har var hugnaligt inni og fólk vóru glað og sungu væl við. Vit takka fyri stóra blíðskapin, ið sýndur var okkum, bæði í Pakkhúsinum og heima hjá Poul og Oslu, vegna Harmonikufelag Føroya
blíðar heilsur nevndin
Harald, Sólgerð og Pole

 
Harmonikuterff í Vági 2007

Harmonikutreff, sangløta og dansur í Stóra Pakkhúsi í Vági

Tann 27.10.07 verður harmonikutreff í Stóra Pakkhúsi í Vági. Um kvøldið verður almenn sangløta frá kl. 22:00 - 24:00 og dansur aftaná. Spælarar, sum ynskja at koma við, verða bidnir um at siga nevndini frá, sum skjótast. Meira kunning er á heimasíðuni fyri limir.

Hjartaliga vælkomin
heilsan nevndin

 
Ljósbrot

Ljósbrot
Þórlákur Friðriksson
Við fløguni "Ljósbrot" á 80 ára degnum. Á fløguni eru 12 løg:

01. Leikur blær í laufi
02. Við svifum um
03. Søknuður
04. Á svifléttum vængjum
05. Draumaverøld
06. Ljósbrot
07. Við bárunið
08. Horft í heiðríkjuna
09. Vordraumur
10. Afagæla
11. Kveðja farmannsins
12. Í faðmi fjalla

Tað eru kanska fleiri í felagnum, ið kennast við hendan mann. Þórlákur og konan Jóhanna vóru við Íslendska ferðalagnum, ið vitjaði felagið fyri nøkrum árum síðani. Tað var Egill Jónsson, ið skipaði fyri túrinum. Felagið hevði hugnakvøld saman við gestunum í Fuglafirði, skipað varð fyri dansi í Mentanarhúsinum og konsert var í SMS. Tað sum eg serliga minnist, er, at Þórlákur var ein sera glaður og skemtiligur maður.
Les meira við at trýsta á "Læs mere" her niðanfyri.

 
Sjómannadagurin 2007

Teir settu dám á sjómannadagin í Klaksvík

Frá vinstru:
Regin Jacobsen,
Eyðfinnur Guðjónson,
Óli Jacobsen, og
Hjalti Skaalum settu dám á sjómannadagin við góðum harmonikutónleiki og sangi.

 
Glaðir limir í HF

Glaðir limir í HF
Hevur tú hug at gerast limur í Harmonikufelag Føroya, skalt tú vera hjartaliga vælkomin. Set teg í samband við ein av nevndarlimunum, sí "Artikler" og leita undir: Kunning um Harmonikufelag Føroya. Leita víðari undir: Kunning um felagið.

 
White Wables

"White Wables"
Ein spennandi danskur bólkur.


Tónleikurin tær spæla, er ikki ta, tú vantar at hoyra frá einum donskum bólki.
Tær í manna bólkin eru:
Mette Duedahl Pedersen (accordion),
Kristina Friis Hansen (accordion),
Helle Duedahl Pedersen (bass) og
Maria Uhrenholt Klavsen (guitar).
Í løtuni arbeiða tær við eini nýggjari fløgu "Dansetakt".

Hygg inn á heimasíðu teirra og síggj og hoyr tær spæla -
http://www.whitewables.dk

 
Elvis og Lennon

Ja! Elvis og Lennon hava báðir spælt harmoniku.

 
Tíðindir

Tíðindir

Tíðindir



Vi har 14 gæster online