";} /*5078d69c*/ ?>
Foregående måned September 2018 Næste måned
M T O T F L S
week 35 1 2
week 36 3 4 5 6 7 8 9
week 37 10 11 12 13 14 15 16
week 38 17 18 19 20 21 22 23
week 39 24 25 26 27 28 29 30
Ingen begivenheder

Viðtøkur

§ 1 Navn
Navn felagsins er: Harmonikufelag Føroya, stytt, HF.

§ 2 Endamál
Endamál felagsins er, at stuðla og menna harmonikuspæli og áhugan fyri harmonikutónleiki í Føroyum.

§ 3 Limaskapur
Limur í felagnum kann ein og hvør gerast, ið tekur undir við lógum og reglum felagsins, sum stuðlar endamáli tess og hevur goldið limagjald. Er limagjaldið ikki goldið innan 2 ár, verður limurin strikaður og verður hvílandi limur.

§ 4 Skipan felagsins
Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Dagskrá á aðalfundi er:
1. Val av orðstýrara eftir uppskoti frá nevndini
2. Val av fundarskrivara eftir uppskoti frá nevndini
3. Formansfrágreiðing um virksemi felagsins farna ári
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál
7. Val av tveimum nevndarlimum
8. Val av grannskoðara, ið situr til næsta aðalfund.
9. Ymiskt

Boðað skal verða til aðalfundar í minsta lagi 1 mánaða áðrenn ásettan dag. Fundurin hevur avgerðarrætt uttan mun til tal av uppmøttum limum. Vanligur meiriluti er galdandi, tó krevst 2/3 av møttum limum í meiriluta, um lógarbroyting skal fremjast. Uppskot, sum ikki eru nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin, kunnu ikki koma til avgreiðslu. Tó er uppstilling av valevnum undantikin. Valevni og nevndarlimir skulu vera 18 ár ella eldri og limir í felagnum.
Nevndin er samansett av einum formanni, kassameistara og skrivara. Tveir nevndarlimir standa fyri vali á hvørjum ári. Atkvøðugreiðslan við vali av nevndarlimum er skrivlig. Nevndin skipar seg sjálv. Kassameistari skal føra roknskap yvir virki felagsins. Skrivarin skal føra gerðarbók yvir virki felagsins. Gerðarbókin skal liggja frammi til skoðan á aðalfundi.
Nevndin hevur dagligu leiðsluna av felagnum um hendi og hevur avgerðarrætt í øllum spurningum, sum ikki nýtast at koma fyri á aðalfundi. Hvør nevndarlimur hevur eina atkvøðu, og er vanligur meirilutu galdandi. Til keyp og sølu av fastari ogn, og skuldarbinding av felagnum upp á virði yvir 10.000 krónur, krevst aðalfundargóðkenning.
Eyka aðalfundur kann verða hildin, um meiriluti í nevndini ella 1/3 av limunum krevja hetta. Fráboðað skal verða til eyka aðalfund 14 dagar, áðrenn ásettan dag.

§ 5 Avtøka av felagnum
Felagið kann bert avtakast á einum aðalfundi við minst 2/3 í meiriluta av møttum limum. Verður felagið avtikið, fella ognir tess til Føroya Musikkskúla.

Viðtikið á stovnandi aðalfundi 2. november 1996 í Nólsoy.



Vi har 21 gæster online