Søgan um byrjanina til felagið.
Á harmonikutúrinum til Aberdeen á heysti 1996 varð ein bólkur settur til at taka sær av at fyrireika ein fund við tí fyri eyga at stovna harmoniku landsfelag. Í bólkin vóru Fimmboði Lisberg, Pauli Jacobsen og Ísak N. Jacobsen valdir. Grundin til Aberdeen túrin og at hetta kom uppá tal var, at Smyrilline hevði yvirtikið harmonikutúrin við Norrønu tí teir hildu, at arbeiðið við at skipa fyri slíkum túri ikki hevur so nógv uppá seg og tí kundu teir eins væl gera sjálvir og samstundis spara nakrar útreiðslur. Hetta skuldi tó vísa seg at vera ein vánalig avgerð og Harmonikutúrurin var líka við at fara í søguna. Leiðslan á Smyrilline heitti á teir tríggjar um vælsignaðir at taka sær av hesum og at fáa Harmonikutúrin uppaftur á tað støðið hann upprunaliga var. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at upprunaliga tá heitt varð á Smyrilline um at sleppa at fyriskipa ein Harmonikutúr, so vóru teir als ikki áhugaðir. Ikki fyrr enn Pauli spurdi Smyrilline “hvat kostar at leiga Norrønu í tríggjar dagar” vaknaðu teir og vóru til at tosa við. At byrja við skuldi samráðast um alt og hetta var tíðum stravið, men eftir Aberdeen túrin var alt lagt í eina fasta legu. Hesin leistur helt líka til í Smyrilline aftur yvirtók tiltakið. Síðani tá hevur Harmonikutúrurin bert verið ein viðfáningur í mun til tað hann var.
Dagurin var settur til 2. november 1996 í Nólsoy. Skipa varð fyri stovnandi aðalfundi, samanspæli og veitslu. Kl. 11 var stovnandi aðalfundur í skúlanum. Fyrireikingarnevndin hevði evna eitt lógaruppskot til og hetta varð góðtikið við smávegis broytingum. Felagið var nú stovn og í nevndina vóru valdir Fimmboði Lisberg, Ísak N. Jacobsen og Hilmar Joensen. Navnið á felagnum bleiv “Áhugafelag fyri Føroyskar Harmonikuspælarar” – stytt ÁFH. Endamálið hjá felagnum er at stuðla og menna harmonikuspæli og áhugan fyri harmonikutónleiki í Føroyum, men nevndin bað limirnar um hugskot til at náa hesum máli. Nú var so bólkaarbeiði, og nevndin fekk nógv tilfar til sín arbeiðssetning. Her eru nøkur av hugskotunum: Skipa fyri festival, fáa tilfar til vega til nótabanka, skipa fyri konsertum, fáa harmonikuundirvísing í Føroya Musikkskúla, fáa gestaspælarar hendavegin, út á bygd at spæla, skipa fyri túri uttanlands, kontaktað onnur harmonikufeløg, kanna servis-møguleikar, upptøkur til útvarp, skeiðvirksemi, geva blað út. Hetta er nakað av tí, sum kom fram.
Nakað seinka var so ábit í fimleikahøllini, og kom hetta væl við aftaná aðalfundin. Seinnapartin var “workshop”, sum tað so fínt eitur. Evnini vóru bassspæl, seta besifringar til løg og gera unsirstemmir til løg. Tíðin til hetta arbeiði var í so knøpp orsakað av aðalfundinum. Um kvøldið var veitsla. Í Nólsoy siga fólk hetta vera glaðastu veitslu tey vita um. Har var dansað og sungið áðrenn, undir og aftaná borðhaldið. Dansur var um kvøldið í Royndarhúsinum, og ongantíð áður hava so nógvar harmonikur verið í húsinum. Ein vøkur sjón, at síggja 20 harmonikur standa á rað í salinum.
Samanumtikið var hetta eitt sera væl eydnað tiltak. Tað var sera hugnaligt at hittast og læra hvør av øðrum, sum eisini er eitt av endamálum felagsins. Á aðalfundinum í Skopun 24. mars 2001 varð navnið á felagnum broytt til “Harmonikufelag Føroya”- stytt HF og er tað navnið á felagnum í dag.
Ísak N. Jacobsen