Lýsing
Hervið verður kallað inn til eykaaðalfund í Harmonikufelag Føroya 28. apríl 2019 kl. 17:00 í fundar- og veitsluhøllini hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9, í Tórshavn.
Á skránni er:
- Frágreiðing frá formanninum
- Framløga av roknskapi
- Hvussu farast skal fram í broyttu skipanini av felagnum
- Møguligar broytingar í viðtøkunum
- Ymiskt
Møtið fjølment.
Ísak N. Jacobsen, formaður
Havnar Harmonikufelag kemur við mannsterkum liði, saman við gitar,bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í Reinsarínum. Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur og seinni dansur. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Tað eldra ættarliðið hevur her eitt gilt høvi til eitt hugna-,sang- og dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt. Stórt harmonikukvøld verður á Reinsarínum leygarkvøldið10.nov. 2018 kl. 19 til 24. Havnar Harmonikufelag og Spælimennirnir í Nólsoy hava kvøldið saman, og tað borgar fyri tónleiki bæði á fólksligum støði og fyri dygd. Høvuðsdentur verður lagdur á felagssang og dans har sungið og dansað verður av hjartans lyst. Inn í millum verða framførslur við minni bólkum og einstaklingum, so sum gentubólkinum Kalas og harmonikusnillinginum Preben Andersen. Kvøldið er alment. Kostnaður 150 kr.fyri hvønn. Barrin er opin, har høvi verður at keypa drekkivørur.
Lýsing Aðalfundur í Harmonikufelag Føroya verður skúlanum í Hoyvík, sunnudagin 4. februar 2018 kl. 18:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Nevndin. |