Havnar Harmonikufelag kemur við mannsterkum liði, saman við gitar,bass og sangarum, at spæla til felagssang og dans í Reinsarínum. Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva. Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur og seinni dansur. Hugsast kann, at farið verður upp á gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Tað eldra ættarliðið hevur her eitt gilt høvi til eitt hugna-,sang- og dansikvøld burturav. Vit halda á til uml. midnátt.
Gestasangarar eru hesu ferð Sámal Ravnsfjall og Lív Dam. Sámal og Lív fara at syngja og tulka Evert Taube.